apríl 12, 2024

Fernisering: "Likam" á Listasavni Føroya

Fríggjadagin tann 19. apríl kl. 16:00-18:00 letur nýggja serframsýningin “Likam” upp.

Kroppurin er avmyndaður til allar tíðir í skiftandi hami. Frá fyrstu holumyndunum, til grikskar standmyndir av idealkroppum, til suðureuropeiskar málningar av naknum kroppum. Seinni verður kroppurin eisini viðgjørdur bæði politiskt og konceptuelt og sjóneykan verður sett á partar av kroppinum og sansaligar upplivingar. Men hvussu sær kroppurin út í føroysku listini?

Serframsýningin fevnir um listaverk, ið viðgera kroppin á ymsan hátt. Føroysk listafólk hava millum annað avmyndað kvinnur við barn og fyrstu tíðina, har lítla barnið er tætt tengt at umsorganarpersóni. Eisini eru verk, ið viðgera tað kropsliga og biologiska – tár, kyknur, likamslutir. Nærlagdar studiemyndir av kroppinum og meiri hugfloygdar myndir við kroppinum sum útgangsstøði, verða eisini at síggja. Meðan summi verk eru leikandi løtt, er tilvitanin um at lívstráðurin ikki er endaleysur, til staðar í øðrum verkum. Vælkomin til serframsýningina um kroppin, har tú kanst uppliva kroppin viðgjørdan í føroyskari list.

 

Skrá:

- Kirstin Helgadóttir, kurator, bjóðar vælkomin og setur framsýningina

- Torleik Mortensen spælir nøkur løg

- Drekkivørur og okkurt gott til góman verður at fáa

 

Verið hjartaliga vælkomin á Listasavn Føroya fríggjadagin 19. apríl kl. 16:00.

 

Við á framsýningini eru verk eftir hesi listafólk:

Rannvá Holm Mortensen, Sigrun Gunnarsdóttir, Guðrið Poulsen, Elin Josefina Smith, Hans Pauli Olsen, Edward Fuglø, Poul Horsdal, Erla Marita Askham, Rannvá Kunoy, Alda Mohr Eyðunardóttir, Dan Helgi í Gong, Jón Sonni Jensen, Sámal Joensen-Mikines, Torbjørn Olsen, Lydia Hansen, Jóhan Martin Christiansen og Ole Wich.

Les meira um framsýningina á www.art.fo

mai 8, 2024

Fernisering: TIME OUT OF TIME - A Silent Drama

Fríggjadagin 17. mai kl. 16 letur upp framsýning á Listasavni Føroya, ið kallast “Time out of Time - A Silent Drama” við listakvinnuni Anný Djurhuus Ø…
Les meira
apríl 30, 2024

Solveig Hanusardóttir Olsen nýggjur stjóri á Listasavni Føroya

Solveig tekur við starvinum 1. juli 2024.
Les meira
apríl 29, 2024

Summarupplatingartíðir

Frá 1. mai hevur Listasavn Føroya opið allar dagar frá kl. 11 - 17.
Les meira
apríl 12, 2024

Fernisering: "Likam" á Listasavni Føroya

Fríggjadagin tann 19. apríl kl. 16:00-18:00 letur nýggja serframsýningin “Likam” upp.
Les meira
mars 22, 2024

Listasavn Føroya lýsir eftir nýggjum stjóra

Starvið sum stjóri á Listasavni Føroya er við hesum leyst at søkja, og ætlanin er at seta stjóran frá 1. juni 2024 at rokna.
Les meira
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Upplatingartíðir
Tíðarskeiðið 1. mai - 31. oktobur
Mánadag - sunnudag kl. 11 - 17

(1. hósdag í mánaðinum er opið kl. 11 - 20)

Tíðarskeiðið 1. novembur - 30. apríl
Mánadag, hósdag til sunnudag kl. 11 - 16.
Týsdag og mikudag er stongt.



Atgongd
Vaksin: 90 kr.
Lesandi: 25 kr.
Pensjonistar: 70 kr.
Børn og ung undir 20 ár: ókeypis.

Bólkar, min. 12 vaksin: 60 kr. per persón.

Árskort til ein persón: 225 kr.
Árskort til 1+1 - tak ein vin við ókeypis: 300 kr.

Árskort geva ókeypis atgongd til savnið alt árið umframt ókeypis atgongd til rundvísingar, konsertir og tiltøk.
Eisini fært tú 10 % avsláttur á plakatum, bókum og postkortum umframt 10 % avsláttur í 'kafe list'.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands