Poddvarp um íblásturin, ið føroysk listafólk fáa úr havinum

Í Føroyum er brúsandi havið altíð hjástatt, og tað er ein týdningarmikil kelda til íblástur. Í poddvarpsrøðini ”Havsins listafólk”, sum Listasavn Føroya stendur fyri, ber til at hoyra hesi listafólk; Randi Samsonsen, Trónd Patursson og Jónu Rasmussen.

Fyrsti partur í røðini er um listaverkið ‘’Plastic Dialogue’’ eftir listakvinnuna Randi Samsonsen. Tá hon var stødd í Norðurnoregi, gjørdist hon bilsin av øllum ruskinum og plastinum, sum skolaði inn á land. Við at savna inn millum annað plasthandskar vísir Randi Samsonsen okkum á menniskjans nýtslumentan: Vit hava evnað plasttilfar, sum tekur ótrúliga nógv ár hjá náttúruni at niðurbróta.

Hetta er fyrstu ferð, at Listasavnið útgevur eitt poddvarp. Poddvarpið varð gjørt sum eitt ískoyti til serframsýningina ”Havið”, sum kundi upplivast á Listasavninum 6. november 2020 - 5. apríl 2021.

Hoppa við umborð og lurta eftir fantastiskum frásøgum frá føroyskum listafólki.  

Journalistur og lagt til rættis: Rikke Mia Skovdal frá Listasavni Føroya

Húsi: Kirstin Helgadóttir  

Stuðul: Dansk-Færøsk Kulturfond (poddvarpið er á donskum)

Samband: info@art.fo, tlf: +298 313579

+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Upplatingartíðir
Tíðarskeiðið 1. mai - 31. oktobur
Mánadag - sunnudag kl. 11 - 17

(1. hósdag í mánaðinum er opið kl. 11 - 20)

Tíðarskeiðið 1. novembur - 30. apríl
Mánadag, hósdag til sunnudag kl. 11 - 16.
Týsdag og mikudag er stongt.



Atgongd
Vaksin: 90 kr.
Lesandi: 25 kr.
Pensjonistar: 70 kr.
Børn og ung undir 20 ár: ókeypis.

Bólkar, min. 12 vaksin: 60 kr. per persón.

Árskort til ein persón: 225 kr.
Árskort til 1+1 - tak ein vin við ókeypis: 300 kr.

Árskort geva ókeypis atgongd til savnið alt árið umframt ókeypis atgongd til rundvísingar, konsertir og tiltøk.
Eisini fært tú 10 % avsláttur á plakatum, bókum og postkortum umframt 10 % avsláttur í 'kafe list'.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands