Ókeypis atgongd

Listasavn Føroya bjóðar dagstovnum, fólkaskúlum og miðnámsskúlum ókeypis atgongd.
Vinaliga boða okkum frá vitjan við at senda ein meyl til skular@art.fo ella við at ringja á 22 35 79.

 

Rundvísingar

Vit bjóða ókeypis rundvísing til dagstovnar, fólkaskúlar og miðnámsskúlar.
Tit kunnu bíleggja eina tíð við at senda okkum ein meyl til skular@art.fo ella við at ringja á 22 35 79.
Les meir við at trýsta á bjálkarnar í høgru síðu.

Frá 22. apríl bjóðar Listasavn Føroya eisini næmingum til rundvísing í nýggju serframsýningini “Likam”, ið letur upp hin 19. apríl.


Vitjanir og rundvísingar á Listasavni Føroya eru altíð ókeypis fyri skúlar. Sendið ein teldupost til skular@art.fo ella ringið á tel. 22 35 79 fyri at bíleggja eina vitjan. Kunnið okkum um, hvussu nógvir næmingar eru, hvørjum flokki tey ganga í, og nær tit kundu hugsað tykkum at vitjað.


Til ber at koma mánadag til fríggjadag í tíðarskeiðinum frá kl. 9-16.

Rundvísingin tekur umleið 30-40 min. Vit kunnu laga vitjanina til alt eftir, hvussu nógva tíð, tit hava.

+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Upplatingartíðir
Tíðarskeiðið 1. mai - 31. oktobur
Mánadag - sunnudag kl. 11 - 17

(1. hósdag í mánaðinum er opið kl. 11 - 20)

Tíðarskeiðið 1. novembur - 30. apríl
Mánadag, hósdag til sunnudag kl. 11 - 16.
Týsdag og mikudag er stongt.



Atgongd
Vaksin: 90 kr.
Lesandi: 25 kr.
Pensjonistar: 70 kr.
Børn og ung undir 20 ár: ókeypis.

Bólkar, min. 12 vaksin: 60 kr. per persón.

Árskort til ein persón: 225 kr.
Árskort til 1+1 - tak ein vin við ókeypis: 300 kr.

Árskort geva ókeypis atgongd til savnið alt árið umframt ókeypis atgongd til rundvísingar, konsertir og tiltøk.
Eisini fært tú 10 % avsláttur á plakatum, bókum og postkortum umframt 10 % avsláttur í 'kafe list'.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands