Leiga Listasavnið
Skal títt komandi tiltak, fundur, bókaframløga, plátuútgáva ella minningarhátíð haldast í einum vøkrum og veitslukendum staði, so kunnu karmarnir hjá Listasavninum vera nakað fyri teg.
Listasavnið bjóðar einstaklingum og fyritøkum at leiga savnið. Vit kunnu bjóða standandi og sitandi tiltøk í móttøkuni fyri umleið 100 fólkum og minni tiltøk í framsýningarhølunum. Uppseting verður avgreidd einsæris, og vit tillaga øll tiltøk júst til tykkara tørv. Listasavnið kann bíleggja mat og drekkivørur til tiltakið frá 'kafe list' - vinaliga setið tykkum í samband við savnið fyri at gera eina avtalu um hetta.
Eitt tiltak kann fevna um rundvísing í føstu framsýningini og í serframsýningini.
Gevið gætur, hølini verða ikki leigað út til veitslur.
Vit gleða okkum at bjóða tykkum vælkomnum á Listasavn Føroya.
Fyri at bóka, vinarliga send eini boð til info@art.fo við upplýsingum um tíðspunkt, tal av gestum og serstøk ynski til tiltakið.