Bólkavitjanir og ferðaløg

Bólkar og ferðaløg eru sera vælkomin á Listasavn Føroya. Vit viðmæla, at størri bólkar boða Listasavninum frá áðrenn vitjanina, eisini hóast tit ikki bóka eina rundvísing. So seta vit tíð av til at taka ímóti tykkum, og vit kunnu eitt nú hava nýbryggjað kaffi til reiðar at bjóða bólkinum. Hava tit serlig ynski, eru tit vælkomin til at seta tykkum í samband við okkum.

Til ber eisini at bóka eina vitjan uttan fyri upplatingartíð.

Vit geva bólkaavsláttur til bólkar á 12 fólk ella fleiri (vaksin). Børn og ung undir 20 hava altíð ókeypis atgongd.

Vinaliga boða frá tykkara vitjan á info@art.fo og viðmerkið umleið, hvussu nógv tit eru. Vit gleða okkum at síggja tykkum.

+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Upplatingartíðir
Tíðarskeiðið 1. mai - 31. oktobur
Mánadag - sunnudag kl. 11 - 17

(1. hósdag í mánaðinum er opið kl. 11 - 20)

Tíðarskeiðið 1. novembur - 30. apríl
Mánadag, hósdag til sunnudag kl. 11 - 16.
Týsdag og mikudag er stongt.



Atgongd
Vaksin: 90 kr.
Lesandi: 25 kr.
Pensjonistar: 70 kr.
Børn og ung undir 20 ár: ókeypis.

Bólkar, min. 12 vaksin: 60 kr. per persón.

Árskort til ein persón: 225 kr.
Árskort til 1+1 - tak ein vin við ókeypis: 300 kr.

Árskort geva ókeypis atgongd til savnið alt árið umframt ókeypis atgongd til rundvísingar, konsertir og tiltøk.
Eisini fært tú 10 % avsláttur á plakatum, bókum og postkortum umframt 10 % avsláttur í 'kafe list'.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands