RUNDVÍSING

Listasavn Føroya bjóðar fólkaskúlum ókeypis vitjan og rundvísing.

Setið tykkum í samband við okkum á tlf. 22 35 79 ella við telduposti til skular@art.fo.

Rundvísingarnar taka støði í eini samrøðu millum næmingarnar og rundvísaran um útvald verk.

Vit koma m.a. inn á myndagreining og evni í føroyskari list. 

Vit leggja dent á ta føstu framsýningina á Listasavni Føroya, og vit brúka tær skiftandi framsýningarnar til at hjálpa okkum at lýsa eitthvørt evni betur.

Eftir ynski kunnu vit eisini hava serstakar rundvísingar í serframsýningunum.

Hava tit sum lærarar hugskot ella ynski í sambandi við eina verk- ella undirvísingarætlan í samstarvi við savnið, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.

Praktiskar upplýsingar

Tíð: uml. 30 min og í mesta lagi 26 næmingar.

Taskur og jakkar skulu heingjast í klædnaskápið.

Vælkomin á Listasavn Føroya!

+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Upplatingartíðir
Tíðarskeiðið 1. mai - 31. oktobur
Mánadag - sunnudag kl. 11 - 17

(1. hósdag í mánaðinum er opið kl. 11 - 20)

Tíðarskeiðið 1. novembur - 30. apríl
Mánadag, hósdag til sunnudag kl. 11 - 16.
Týsdag og mikudag er stongt.



Atgongd
Vaksin: 90 kr.
Lesandi: 25 kr.
Pensjonistar: 70 kr.
Børn og ung undir 20 ár: ókeypis.

Bólkar, min. 12 vaksin: 60 kr. per persón.

Árskort til ein persón: 225 kr.
Árskort til 1+1 - tak ein vin við ókeypis: 300 kr.

Árskort geva ókeypis atgongd til savnið alt árið umframt ókeypis atgongd til rundvísingar, konsertir og tiltøk.
Eisini fært tú 10 % avsláttur á plakatum, bókum og postkortum umframt 10 % avsláttur í 'kafe list'.
+298 22 35 79
info@art.fo
Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands