Tíðarskeiðið 1. mai - 31. oktobur
Mánadag - sunnudag kl. 11 - 17
(1. hósdag í mánaðinum er opið kl. 11 - 20)
Tíðarskeiðið 1. novembur - 30. apríl
Mánadag, hósdag til sunnudag kl. 11 - 16.
Týsdag og mikudag er stongt.
Átrúnaður
Hvat hava ein mynd av popptónleikaranum Eminem og ein málningur av Mykines bygd til felag? Teir avmynda átrúnað á ymiskan hátt – eins og øll listaverkini gera í hesum rúminum. Á málninginum síggja vit Mykines bygd, og krossurin í kirkjutorninum er ájavnur sólsetrinum. Á myndini á mótsetta vegginum hongur Slim Shady aka. Eminem, sum hevur gloriu og veingir eins og ein eingil í einum eldri málningi. Øll listaverkini í hesum rúminum brúka kristin sýmbol á ymiskan hátt. Siðbundin sýmbol sum til dømis kirkjan, bíblian, einglaveingir, gloria, tríeinigheitin og meira algongd sýmbol sum spurvurin, endaleyst ljós og ein himmalskur svali.