Bygningurin

Savnshúsini

Savnshúsini vórðu tikin í nýtslu í 1993. Men norðurendin á húsunum - tann eldri Listaskálin, ið Listafelag Føroya á sinni læt byggja - varð tikin í nýtslu í 1970. J. P. Gregoriussen arkitektur teknaði.

Listasavn Føroya varð sett á stovn í 1989. Við fígging frá Føroya Landsstýri, Augustinus Fonden, Tórshavnar Býráð, testamenti eftir Hans Niclasen, bókahandlara og frú Kate Niclasen, Knud Højgaards Fond, Velux Fonden, Beckett-Fonden, Dronning Margrethe og Prins Henriks Fond, Fossbankanum, Listafelag Føroya og øðrum stuðlum eydnaðist at byggja tann prýðiliga framsýningarbygningin. Arkitektar eru N. F. Truelsen og J. P. Gregoriussen, byggifelagið BGW stóð fyri arbeiðnum. Nýbygningurin fevnir um 1100 m2, og savnaða gólvvíddin er uml. 1600 m2.

Tekning av Listasavninum

Tey vøkru svørtu savnshúsini, ið eru klødd við viði, hava samband við gamlan føroyskan byggisið. Ymisk rúm og hallir við skiftandi yvirljósi og síðuljósi, umframt øki uttan dagsljós, geva ríkar møguleikar fyri at kunna sýna fram málningar, skulpturar og grafikk úr savninum og fyrireika skiftandi framsýningar, konsertir og onnur tiltøk. Frá forhøllini, har vitjandi kunnu fáa sær ein kaffimunn, er útsýnið vakurt inn í Viðarlundina. Størsti salurin, ið er í eldra bygninginum, verður burturav brúktur til skiftandi framsýningar.

Mynd: Tekning av framsýningarøkinum til skiftandi framsýningar - mát.

Upplatingartíðir

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. august:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00

Tíðarskeiðið 1. sept. - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið

Atgongd

Atgongugjald:
- Vaksin: 65 kr.
- Lesandi: 25 kr.
- Bólkar, min.12 vaksin: 50 kr. fólkið
- Limir og børn undir 16 ár: ókeypis.

Bústaður

Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
P.O. Box 1141
FO-110 Tórshavn
Føroyar
Tel +298 313579
Email info@art.fo
Facebook

Finn veg