Um listasavnið

Vælkomin í Listasavn Føroya
Listaskoðarar (1968) - Frimod Joensen
Listasavnið heldur til í einum húsum, sum vórðu vígd í 1993 eftir tekningum hjá Niels Frithiof Truelsen (DK) og Palla Gregoriussen (FO). Almennir og privatir grunnar og gávur fíggjaðu byggingina.*

Bygningurin minnir um neyst við sínum mongu skjøldrum, sum eru svartbeisaðir, meðan inni hevur bygningurin dám av einføldum sakligum stíli og gólvið er lagt við træbukkum, sum er eyðkent fyri Truelsen.

Til vinstru eru tey nýggju framsýningarhølini á savninum og úr forhøllini er eisini atgongd til eitt eldri framsýningarhøli við ervaljósi frá 1970, sum Listafelag Føroya tók stig til at byggja við Gregoriussen sum arkitekti.

Savnið eigur umleið 2.600 verk, og tey eru fyri tað mesta føroysk. Listasavnið er grundað á tey verk, sum Listafelag Føroya og Føroya Landsstýri hava savnað frá 1940-árunum og fram.

Í 1989 varð sjálvsognarstovnurin Listasavn Føroya stovnaður.

* Føroya Landsstýri  Tórshavnar Kommuna  Listafelag Føroya  Fossbankin  Bókhandlarin Hans og frú Kate Niclasen  Dronning Margrethe og Prins Henriks Fond  Augustinus Fonden  Beckett-Fonden  Knud Højgaards Fond  Velux Fonden

Upplatingartíðir

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. august:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00


Tíðarskeiðið 1. sept. - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið

Atgongd

Atgongugjald:
- Vaksin: 65 kr.
- Lesandi: 25 kr.
- Bólkar, min.12 vaksin: 50 kr. fólkið
- Limir og børn undir 16 ár: ókeypis.

Bústaður

Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
P.O. Box 1141
FO-110 Tórshavn
Føroyar
Tel +298 313579
Email info@art.fo
Facebook

Finn veg