Sámal Joensen-Mikines

Home From the Funeral - Samuel Joensen-Mikines

List í fokus: Listasavn Føroya

Samuel Joensen-Mikines (1906-79): Aftur av jarðarferð. 1937. Olja á lørift, 237 x 176 cm. Gáva 1949 frá Børge Husted-Andersen, advokati.

Ein so stór mynd var eitt váðaverk fyri eitt ungt fátækt listafólk. Hon er tó eisini ein dramatisk stevnuskrá um lívið í Føroyum undir náttúrunnar og Guds aga. Málað í tíðarinnar grovu og myrku naturalismu við dámi av ekspressionismu; “myrkamálarí” hevur hetta verið rópt.

Sjólát og tuberklar tóku mangt lívið tá á døgum, men myndin av heimferðini hjá líkfylginum er meira enn frásøgn. Í tyngjandi myrkrinum er umhvørvið stytt niður í næstan onki. Andlitini eru álvarsamar grímur, og fólkini hevja seg upp í eina tríkantskompositión. Alt hevur strangleika og tign við íblástri frá byzantinskum halgimyndum.

Á einum hægri stigi, verður ferðin sostatt til eina lívssigling, har tey syrgjandi á veg um eitt náttarmyrkt hav sjálvi stunda móti grøvini.

Upplatingartíðir

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. august:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00


Tíðarskeiðið 1. sept. - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið

Atgongd

Atgongugjald:
- Vaksin: 65 kr.
- Lesandi: 25 kr.
- Bólkar, min.12 vaksin: 50 kr. fólkið
- Limir og børn undir 16 ár: ókeypis.

Bústaður

Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
P.O. Box 1141
FO-110 Tórshavn
Føroyar
Tel +298 313579
Email info@art.fo
Facebook

Finn veg