Ruth Smith

List í fokus: Listasavn Føroya

Ruth Smith (1913-58): Sjálvsmynd. 1955. Olja á lørift, 79 x 85 cm.

Til eina sjálvsmynd krevst eitt spegl og eitt fast eygnabrá. Listakvinnan hevur fangað seg sjálva við stórum, starandi eygum handan brillugløsini. Hesi eygu hugfanga eisini okkum.

At vit hava eitt listafólk framman fyri okkum sæst bara óbeinleiðis. Ein krukka við penslum og ein málningur hoyra við til umhvørvið aftanfyri nettligu konuna.

Listafólkið hevði næstan horvið inn í bakgrundina, um ikki troyggjan hevði so bjartan bláan lit og so tey granskandi eyguni. Eygu sum síggja litir – samlag, spenningar og klangir, sum koma fram við ógvisligum penslastrokum.

Henda næstan smædna sjálvsmyndin er heilt øðrvísi enn hin – sjálvvissa – sum eisini hongur her á Listasavninum. Listakvinnan roynir seg í leiklutum, kannar ymiskar síður av sær sjálvari í litheiminum.

Upplatingartíðir

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. august:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00

Tíðarskeiðið 1. sept. - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið

Atgongd

Atgongugjald:
- Vaksin: 65 kr.
- Lesandi: 25 kr.
- Bólkar, min.12 vaksin: 50 kr. fólkið
- Limir og børn undir 16 ár: ókeypis.

Bústaður

Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
P.O. Box 1141
FO-110 Tórshavn
Føroyar
Tel +298 313579
Email info@art.fo
Facebook

Finn veg