Savngripirnir

Føst Framsýning

Listasavn Føroya umsitur eitt savn av yngri og eldri føroyskari myndlist. Millum annað eru fleiri týðandi høvuðsverk eftir Føroya mest gitna listamann, Sámal Joensen-Mikines (1906-79), lutfalsliga nógv av framsýningarplássinum er sett av til at lýsa hansara list. Í sølunum eru mong føroysk listafólk umboðað - millum onnur Janus Kamban (1913), Ruth Smith (1913-58), Elinborg Lutzen (1919-95), Ingálvur av Reyni (1920-2005), Steffan Danielsen (1922-76), Hans Hansen (1920-1970), Frimod Joensen (1915-97) og Tummas Arge (1942-78).

Ingálvur av Reyni Sámal Joensen-Mikines Tróndur Patursson Tróndur Patursson Atgongd við Koyristóli Ruth Smith
Serframsýningar

Listasavnið hevur 4 framsýningar um árið, tvær um várið og tvær um heistið, í tíðarskeiðunum 1. mars – 31. mai og 1. september – 30. november. Harumframt eru tvær framsýningar í juni og í seinasta lagi í juli/august, sum vera skipaðar fyri av felagnum Føroysk Myndlistafólk og Listafelagi Føroya.

Framsýningarnar eru einamest við føroyskum listafólki, men eisini við norðurlendskari list, ið er viðkomandi fyri tí føroysku.

Til framsýningar savnsins vera myndaprýddar skráir útgivnar við greinum skrivaðum av yrkislærdum fólki, ið hava nomið sær listafrøðiligan/ástáðiligan serkunnleika.

Broytingar kunnu koma fyri. Sí dagførdu skránna.

Upplatingartíðir

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. august:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00


Tíðarskeiðið 1. sept. - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið

Atgongd

Atgongugjald:
- Vaksin: 65 kr.
- Lesandi: 25 kr.
- Bólkar, min.12 vaksin: 50 kr. fólkið
- Limir og børn undir 16 ár: ókeypis.

Bústaður

Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
P.O. Box 1141
FO-110 Tórshavn
Føroyar
Tel +298 313579
Email info@art.fo
Facebook

Finn veg