Beinta av Reyni "Infinity"

27. januar - 2. apríl 2017

Fríggjadagin 27. Januar kl. 16:00 letur framsýningin Infinity hjá Beintu av Reyni upp á Listasavni Føroya.


Infinity er heitið á nýggju serframsýningini á Listasavni Føroya við verkum eftir Beintu av Reyni. Figurativir og realistiskir málningarnir kunnu við fyrsta eygnabrá líkjast fotomyndum, men skjótt er greitt, at hetta eru málningar. Myndevnini eru einføld, men kortini bjóðar málningarnir okkum av við surrealistiskum drøgum, eksistentiellum innihaldi og sterkum, stillum støðum. Infinity er enska heitið fyri endaloysi – eitt abstrakt hugtak, ið varpar ljós á eitthvørt, ið ikki er avmarkað í tíð ella rúmi. Hetta endaloysi granskar Beinta av Reyni í málningunum hjá sær. Teir viðgera støðuna hjá modernaða menniskjanum við einum blandi av ironi, alski og undran, har íblástur frá tí klassiska, naturalistiska málninginum verður sett saman við einum nýtíðarligum listastíli.
Fríggjadagin 27. januar kl. 16:00 verður fernisering á Listasavni Føroya. Solveig Hanusardóttir Olsen, fyristøðufólk á savninum, bjóðar vælkomin. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, setur framsýningina. Guðrið Hansdóttir framførir tónleik. Savnið bjóðar ábit. Beinta av Reyni verður til ferniseringina.
Til framsýningina er útgivin ein bóklingur við tekstum eftir Nils Ohrt, savnsstjóra, og Solveig Hanusardóttir Olsen.
Øll eru vælkomin.
Framsýningin Infinity er opin til og við 2. apríl 2017.
Savnið er opið hvønn dag frá kl. 13-16. Mánadagar er stongt.
Til og við 28. februar er ókeypis atgongd á Listasavninum.
Vinaliga,
Listasavn Føroya


Opið kl. 13-16, mánadagar stongt. Ókeypis atgongd fram til 1. mars..     

Upplatingartíðir

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. august:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00


Tíðarskeiðið 1. sept. - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið

Atgongd

Atgongugjald:
- Vaksin: 65 kr.
- Lesandi: 25 kr.
- Bólkar, min.12 vaksin: 50 kr. fólkið
- Limir og børn undir 16 ár: ókeypis.

Bústaður

Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
P.O. Box 1141
FO-110 Tórshavn
Føroyar
Tel +298 313579
Email info@art.fo
Facebook

Finn veg