Kærleikskúlan 2017: Guðrið Poulsen

Guðrið Poulsen sniðgivið Kærleikskúluna 2017

Á hátíðarløtu á Listasavni Føroya varð nýggja Kærleikskúlan hjá Dugna avdúkað. Tað er listakvinnan Guðrið Poulsen, sum hevur sniðgivið nýggju kúluna. Kærleikskúlan 2017 hevur smáar dynamiskar glasstrukturar inni í kúluni, sum eru smeltaðir saman, sum týðuliga vísa á listarligu eyðkennini hjá Guðrið Poulsen. Hetta er níggjunda árið á rað, at Dugni letur Kærleikskúluna úr hondum.

Guðrið sigur sjálv soleiðis um Kærleikskúluna 2017 í yrkingini, sum fylgir við kúluni:

Skapanarverkið.
Stóri kosmiski alheimur.
Kærleikskúlan er kúludánað og rund eins og gongustjørnurnar.
Í kúluni eru glasstrukturar, ið ímynda, at hvør ørlítil lutur í skapanarverkinum er tongdur saman í viðbreknar, sjónligar og ósjónligar konstruktiónir.
Konstruktiónir, sum eru dynamiskar, ævigt broytiligar og endurnýggjandi. 
Sterkar og tó viðbreknar. Eins og glas.
Kærleikskúlan ímyndar kærleikan til skapanarverkið.
Uttan kærleika er einki til.

Um kærleikskúluna

Kærleikskúlan er framleidd í avmarkaðari nøgd og verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið. Hon er munnblást, og tí eru tær allar serstakar og ymiskar. Hon hevur hvítt silkiband og er pakkað í snotuligari eskju saman við einum vøkrum faldara. Í ár er tað fyrstu ferð, at eskjur og faldarar eru framleidd í Føroyum. Tað er Estra, sum hevur framleitt eskjurnar, og arbeiðsfólk hjá Dugna á Kambsdali hava sett eskjurnar saman og pakkað tær.

Kærleikskúlan 2017 kann keypast á Listasavninum og í gávubúðum kring landið frá síðst í november og fram til 23. desember. Hon kostar 400 kr. Skuldu kúlur lopið av, kunnu tær keypast frá Dugna eftir jól fyri 600 kr. ella í Duty-free sølubúðunum í Vága Floghavn og umborð á Norrønu fyri 500 kr.

Allur søluágóðin fer til mennandi virksemið hjá Dugna. Til dømis skipar Dugni fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling til fólk, sum hava torført við at fáa ella varðveita arbeiði, so hesi kunnu fara víðari út í arbeiði ella undir útbúgving. Skipað verður fyri virksemi, ið speglar samtíðina, gevur viðkomandi avbjóðingar, kveikir sjálvbjargni og førleikamennir fólk til eitt virkið lív.

Undanfarin ár hava hesi listafólkini sniðgivið Kærleikskúluna: Tróndur Patursson (2009), Sigrun Gunnarsdóttir (2010), Hansina Iversen (2011), Zacharias Heinesen (2012), Edward Fuglø (2013), Astrid Andreassen (2014), Astri Luihn (2015) og Eyðun av Reyni
(2016).

Opið týsdag - sunnudag kl. 13-16. Eisini heiligdagar. Ókeypis atgongd til 28. februar 2018

Upplatingartíðir

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. august:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00


Tíðarskeiðið 1. sept. - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið

Atgongd

Atgongugjald:
- Vaksin: 65 kr.
- Lesandi: 25 kr.
- Bólkar, min.12 vaksin: 50 kr. fólkið
- Limir og børn undir 16 ár: ókeypis.

Bústaður

Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
P.O. Box 1141
FO-110 Tórshavn
Føroyar
Tel +298 313579
Email info@art.fo
Facebook

Finn veg