Gávur frá Ny Carlsbergfondet

Nýggj verk: Rannvá Kunoy og Jón Sonni Jensen

Í døgunum kring 1. august vitjaði formaðurin í Ny Carlsbergfondet, Karsten Ohrt. í Føroyum. Hann brúkti eisini høvið til at vitja tær framsýningar, sum eru mangar í tali á ólavsøku. Serligan áhuga fekk hann fyri uppsetingini av verkum eftir Rannvá Kunoy á grafiska verkstaðnum Steinprent og fyri framsýningini hjá Jón Sonna Jensen á granskingardeplinum iNova.

Hesin áhugi endaði við keypi, tríggir málningar eftir Rannvá Kunoy og sjey verk (málningur, skulptur og tekstil) eftir Jón Sonna Jensen.

Síðan hevur Listasavn Føroya søkt Ny Carlsbergfondet um at fáa verkini til listasavnið, til tess at menna savnið av føroyskari samtíðarlist, sum vendir sær móti umheiminum.

Umsóknin varð gingin á møti, og er tað gleðligt, at vit nú hava fingið hesi tíggju verkini, sum eitt týðandi ískoyti til savnið.

Hesi verk – umframt ein málningur eftir Rannvá Kunoy, sum Listafelag Føroya hevur keypt – eru nú at síggja á Listasavni Føroya og eru hongd upp í tveimum samanhangandi rúmum, glasstovan út móti Viðarlundini og í klivanum við síðuna av .

 

Og so nakað um listafólkini:

Rannvá Kunoy:

Rannvá Kunoy (1975)er útbúgvin í 1999 frá Royal College of Art í London og hevur í dag sítt støði í býnum. Í 2014 fekk hon sítt altjóða frambrot við síni framsýning á Centre Pasqueart í Bienne, Sveis og sølu til Charles Saatchi Collection í London.

Teir tríggir málningarnir eru í ætt við tey listaverkini, sum hon fekk altjóða viðurkenning fyri, við tí at nýtslan av krystalllitum kortini er meira framborin enn fyri trimum árum síðani. Bráið er abstrakt, har ljósar tóningar og spor á einum monokromum flata minna um eina skeivt eksponeraða fotografiska plátu.

Hóast abstrakta bráið rúma myndirnar eina tilvísing til ítøkiligar upplivingar, ikki minst listaligar, og sporini í myndunum hjá Rannvá Kunoy eru harvið eitt slag av mjørkakendum endurminningarmyndum, ið byggir á fortreytirnar hjá tí reina málninginum. Óítøkiliga og andaliga lyndið í myndunum verður styrkt av krystalllitunum, ið skapa líka so ljósglampar og skiftandi litbrigdi.

Jón Sonni Jensen:

Jón Sonni Jensen Jón Sonni Jensen (1988) er útbúgvin í 2012 frá Norwich University of Arts í Onglandi og er búsitandi og arbeiðir í Tórshavn. Tey sjey verkini eru ein partur av eini framsýning/installatión við tí kropsliga sum tema. Tilvísingarnar taka fyrst og fremst útgangsstøði í mynstrum á yvirflatum og tilfar av organiskum slagi, harafturímóti sjálvur formurin strammur og minimalistiskur. Tað sansaliga og rationella gongur harvið saman í eina hægri eind, sum samstundis er ørkymlandi og kølandi estetisk.

Ein spenningur er millum tilfarið – aluminium, gips og latex. Viskositeturin hjá tilfarinum setur tað menniskjaliga og tað industriella yvirav hvørjum øðrum. Hetta kann bæði kennast tekkjandi og stoytandi, alt eftir hvørjum samanhangi tey eru í.

Listasavn Føroya er opið týsdag til sunnudag frá kl. 13-16.

Atgongugjald er 65 kr, lesandi 25 kr.

Opið týsdag - sunnudag kl. 13-16. Eisini heiligdagar. Ókeypis atgongd til 28. februar 2018

Upplatingartíðir

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. august:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00


Tíðarskeiðið 1. sept. - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið

Atgongd

Atgongugjald:
- Vaksin: 65 kr.
- Lesandi: 25 kr.
- Bólkar, min.12 vaksin: 50 kr. fólkið
- Limir og børn undir 16 ár: ókeypis.

Bústaður

Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
P.O. Box 1141
FO-110 Tórshavn
Føroyar
Tel +298 313579
Email info@art.fo
Facebook

Finn veg