Ruth Smith: Lagnustrond

Um ein nýggjan málning á Listasavni Føroya

Dimm skýggj bólta inn yvir Vágsfjørð úr landsynningi (mynd 1). Vit eru á Nesi, har Ruth Smith býr. Vit eru við fjøruna beint niðan fyri bygdina, við útsýni til fjøll og nes hinumegin fjørðin. Orsakað av lága sjónarhorninum tykist tað sum aldandi skýggini eru komin úr teimum stóru klettunum fremst í myndini. Men ikki bara tað: Á sama hátt sum skýggini náðileyst bólta inn yvir land, soleiðis ger brekkan oman í fjøruna eina rørslu mótsetta vegin, sum endar í klettunum ytst í fjøruni. Himmal, fjørður og land eru krøkt í einum óloysiligum brókataki.


Mynd 1: Ruth Smith (1913-58): Útsýni móti Lopra. 1954. Olja á lørift, 45 x 58 cm. Keypt í 2017 við stuðli frá Augustinusfonden og Beckett-Fonden

Við til dynamikkin hoyra penslastrokini, stór, breið, flott, og meira enn nakað annað geva tey lýsingini ein mátt, sum næstan sýgur okkum inn í myndina. Umframt at strokini sjónliga lýsa veruleikan í landslagnum, dylja tey ikki, at tey eisini eru litevni sett á eitt lørift. Serliga stóru steinarnir í forgrundini broytast til málaði skap, hvørs litbrigdi, kontrastir og stoffkensla eygað kann gleðast við – og hugflogið eggjast av.

Ein føroyskur summardagur

Ljósið er gráligt og kaldligt á hesum samdrigna degi. Litavalið er mest blágrátt, brúnligt og grønt. Tey sevjuríkt grønu økini í brekkuni vátta, at tað er summar, eitt vanligt føroyskt, har sólin eisini fær skýggini at lýsna og sendir hvítligar glottar niður á sjógvin úti á fjørðinum. Tey bragdligu penslastrokini og djørvu litaskapini eru tískil alla tíðina tamd av tí sjónliga veruleikanum. Hann er neyvt og trúfast eygleiddur av tí skynsama listafólkaeyganum, fyri síðan at endurreisast sum skap úr penslastrokum.

Hesi litaspor halda fast við sína sjálvstøðu í mun til sjónupplivingina, samstundis við at málningurin, so løgið tað ljóðar, ger tann málaða veruleikan meira nærstaddan. Enntá tey okkurgulu og –reyðu krutlini í niðasta vinstra horni virka soleiðis, við tað at tey eru sum ein kontrast til alt tað myrka og kaldliga uttanum og tískil koma við einum koloristiskum spenningi inn í málningin og tann veruleikan, hann vísir.

Sjón og sinni

Samstundis lýsir eitt sinnalag út úr myndini orsakað av tí bragdliga og máttmikla arbeiðinum við penslinum og palettknívinum, og við tað at partar av myndini eisini hava dám av leysligari skitsu. Tað er aðalmerkið hjá Ruth Smith sum listafólk, at júst hon megnar at skapa eina hárfína syntesu burturúr sjónuppliving, málningi og sinnalagi, men her hevur hon tó óvæntað gjørt seg inn á veruleikan, tó varisliga.

Tá skýggini aftast í myndini so náðileyst fúka inn móti landi, er tað serliga orsakað av tí skeivu linjuni í havsbrúnni, sum koppar spakuliga frá vinstru til høgru og tískil styrkir rørsluna tann vegin. Her eru vit so heppin, at frá sama ári, sum málningurin er frá, er ein flott og sterk tekning av sama myndevni (mynd 2), og her er havsbrúgvin púra vatnrøtt hóast allar tær bragdligu blýantsstrikurnar og skavingarnar. Her fekk sjónupplivingin seinasta orðið, í málninginum var tað kraftin. Av somu orsøk er tekningin helst eitt fyrireikingararbeiði.


Mynd 2: Ruth Smith (1913-58): Útsýni móti Lopra. 1954. Tekning, blýantur á pappír, 27 x 33 cm. Listasavn Føroya

Gesturin úr Lopra

Strandarøkið liggur beint niðan fyri staðið í útryðjuni av bygdini Nes, har eini nýggj hús til Ruth Smith og familjuna skuldu standa. Sum heitið sigur, vísir málningurin útsýnið yvir móti bygdini Lopra, sum vit tó ikki síggja, tí hon krógvar seg aftan fyri nesið. Í bygdini var eina ferðina ein hvalastøð, og árini 1927-31 var pólgranskarin Ejnar Mikkelsen, sum var ættleiðingarfaðir at danska listamanninum Sven Havsteen-Mikkelsen, leiðari har. Faðirin var stjóri á føroyska hvalaveiðifelagnum.

Longu sum 15 ára gamal var Havsteen-Mikkelsen á hvalaveiðu úr Lopra saman við Ejnari Mikkelsen, og her fekk hann sína fyrstu norðurlendsku náttúruuppliving, og alt sítt lív var hann við jøvnum millumbilum aftur í Føroyum. Eina ferðina hann vitjaði aftur, tað var summarið 1952, fór Havsteen-Mikkelsen á gátt hjá Ruth Smith á Nesi, har hon búði vi manni og børnum listaliga avbyrgd. Av tí sama var vitjanin av einum so viðurkendum listafólki eitt serstakliga tiltrongt herðaklapp, men eisini ein sorgblíð áminning um listaheimin, sum Ruth Smith ikki longur var partur av.

Sól og regn

Frá sama summari, í 1952, stavar ein annar málningur av strondini niðanfyri Nes, nú frá einari vík eitt sindur longri út móti fjarðarmunnanum og við útsýni sama vegin (mynd 3). Hóast málingalagið her eisini er frígjørt, er litlagið tjúkt, sett á við palettknívi, og samstundis eru litirnir klárir og sterkir. Tað kemst sjálvandi av lýsinum í góðveðrinum, men í teimum sterku og mettaðu litunum stingur eisini eitt sindur av avgjørda litavalinum hjá læraranum Axel Jørgensen, professara, seg fram.


Mynd 3: Ruth Smith (1913-58): Við strondina, sólskin. 1952. Olja á lørift. 44 x 46 cm. Listasavn Føroya

Ein slík ávirkan er heilt burtur í einum málningi tvey ár seinni við sama myndevni (mynd 4). Listaliga var Ruth Smith impressionistur, og hóast hon hevur málað nógvar myndir av Nesi sæð móti eystri, er sjónarhornið her framvegis ymiskligt. Tað er tískil sjáldsamt, at hon sum ein annar Claude Monet málar nett sama myndevni við ymiskum lýsi. Í hesum førinum sæð í regni og mjørka, og sjálvandi er litaval og málingarlag hareftir, soleiðis at myndevnið sæst doyvt og kámt, eins og tað er meira skitsukent av tí tunna litlagnum. Annað er, at myndin hevur skrivað seg inn í dramatisku gráveðurslýsingarnar hjá listafólkinum frá 1954, har eisini Útsýni móti Lopra hoyrir.


Mynd 4: Ruth Smith (1913-58): Við strondina, gráligt veður. 1951. Olja á lørift. 50 x 50 cm. Listasavn Føroya

Á strondini

Eitt stað millum nesið og Gjógvaráfjallið í bakgrundini í Útsýni móti Lopra er fjøran, har Ruth Smith varð funnin deyð um morgunin tann 28. mai 1958, hálvtannað samdøgur eftir, at hon um midnáttarleitið fór heimanífrá á Nesi. Tveir fuglaveiðimenn í báti fingu eyga á eitt fólk í undirkjóla ella náttkjóla, sum lá millum tveir steinar, sum hvíldi hon seg eitt sindur longri uppi í fjøruni. Illgongt er oman í fjøruna úr landi, og sambært einum av monnunum, Ludvig Dimon, sum tá var 14 ára gamal, ivaðist hann ikki í, at hon var komin svimjandi til lands. Líkuppskurður kundi eisini vátta, at ongin sjógvur var í lungunum, so Ruth Smith er helst deyð av møði og kulda eftir longu svimjingina í kalda sjónum tvørtur um Vágsfjørð.

Hóast Ruth Smith var ein góður svimjari, hevur okkurt serligt verið á vási, síðan hon seint um kvøldið sníkir seg út úr húsunum og fer at svimja í ljósu og tó mjørkadimmu náttini. Sálarliga hevði Ruth Smith ta seinastu tíðina verið tunglynt og svøvnleys, kanska var náttarsvimjingin úrslitið av einum herðindi av sinnisørsku. Eitt eyðkenni við tunglyndi er, at heimurin uttanum fánar burtur. At svimja í ísakøldum sjógvi kann saktans hava verið ein ráðaleys roynd at vinna aftur veruleikan við at kenna umheimin á kroppinum. Dramatisku og óavgreiddu umstøðurnar kring deyða Ruth Smith hava – eins og við hennara stóru fyrimynd Vincent van Gogh – verið við til at seta dám á hennara eftirmæli. Hon er tískil vorðin ein av teimum listafólkunum, har lívssøgan skuggar fyri listini. Tað er tó sum framvegis veksur og alt meiri fyllir sjónarringin sum vitnisburður um eitt stórt listafólk.

Nils Ohrt

Malan Johannesen hevur týtt til føroyskt 

Opið týsdag - sunnudag kl. 13-16. Eisini heiligdagar.

Upplatingartíðir

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. august:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00


Tíðarskeiðið 1. sept. - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið

Atgongd

Atgongugjald:
- Vaksin: 65 kr.
- Lesandi: 25 kr.
- Bólkar, min.12 vaksin: 50 kr. fólkið
- Limir og børn undir 16 ár: ókeypis.

Bústaður

Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
P.O. Box 1141
FO-110 Tórshavn
Føroyar
Tel +298 313579
Email info@art.fo
Facebook

Finn veg