Føroysk listasøga

Í søguligum høpi er føroysk myndlist nýggj. Føroysk listafólk hava kortini málað síðani seinast í 18. øld. Tað er tó ikki fyrrenn frá 1930-árunum, at føroysk list ger seg galdandi á høgum stigi, fyrst við málningalistini og síðani við mynd-høgglist og grafikki.

Í nýggja partinum av savninum (1993) verða sýnd fram verk frá 1930 og fram til dagin í dag.

Í øllum verkunum síggja vit eyðkend føroysk myndevni, hvørt tey eru figurativ ella abstrakt ella mitt ímillum. Verkini eru yvirhøvur skipaði í tíðarrað - við nøkrum umlopum.

Meðan myndlistin er nýggj, er føroyskt listhandverk elligamalt; træskurður og serliga bindingarmynstur vóru vanligir listlutir.

Relieffið við bundnum troyggjum (omanfyri) er ein heilsan frá einum nútíðarlistafólki til skapanargleðini hjá hennara formøðrum.

Og eina ferð í 1830-unum skapti ein føroyskur áhugamálari knappliga nakrar fuglamyndir (til høgru), sum tykjast modernaðar og eru list!

Upplatingartíðir

Tíðarskeiðið 1. mai - 31. august:
Mánadag - sunnudag kl. 11.00 - 17.00


Tíðarskeiðið 1. sept. - 30. apríl:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið

Atgongd

Atgongugjald:
- Vaksin: 65 kr.
- Lesandi: 25 kr.
- Bólkar, min.12 vaksin: 50 kr. fólkið
- Limir og børn undir 16 ár: ókeypis.

Bústaður

Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
P.O. Box 1141
FO-110 Tórshavn
Føroyar
Tel +298 313579
Email info@art.fo
Facebook

Finn veg