Gunleif Grube – Eldhugaður koloristur - Framsýning í Listaskálanum
Tíðarskeið: Fríggjadagin 13. august 2010 kl. 17.00 til 12. septembur 2010
Gunleif Grube
Á framsýningini verða nýggir málningar at síggja. Í sambandi við framsýningina gevur Listasavnið út bók á føroyskum, donskum og enskum, sum Hanne Lundgren Nielsen, mag.art í listasøgu og stjóri á Carl-Henning Pedersen og Else Alfrets listasavninum, hevur skrivað tekst til. Um einu myndina sigur hon:
”Frammi í myndini longst til vinstru situr ein persónur. Andlit og bein hómast leysliga, kroppurin er skraveraður upp av tøttum bráðum pensilstrokum í hvítum, gulum, appelsingulum, reyðum og grønum. Figururin er friðarligur, bíðandi og lenar seg eitt sindur aftureftir. Tvey tunn kám stólabein og ein tvørgangandi reyð linja skapa rúm, ein smalur myndaflati framman fyri ein vegg ella eitt teppi við svørt-reyðum skuggum. Ein hvítlig maska sveimar ovast til høgru. Maskan er órørd í mun til andlitið og ikki at síggja ígjøgnum, næstan lík gipsi. Pantomime- ella deyðsmaska? Vit eru á lívsins palli.”
Hanne Lundgren Nielsen, listfrøðingur letur framsýningina upp.
Listamaðurin verður til staðar á ferniseringini.
Framsýningin er opin: 13. august – 12. september 2010
C.V. - Curriculum Vitae hjá Gunleif Grube sæst her >>.
Heimasíðan hjá Gunleif Grube sæst her >>.
Vinaliga
Listasavn Føroya
Gunleif Grube – Passionate Colourist - Exhibition in The Faroe Islands Art Museum
Duration: from Friday 13th August 2010 at 17.00 GMT until 12th September 2010
Gunleif Grube
The museum will as part of the exhibition release a book written by Hanne Lundgren Nielsen, mag.art in Art history and director of Carl-Henning Pedersen and Else Alfret’s Museum of Art. The book is available in Faroese, Danish and English. This is said about one certain painting:
“Well forward in the picture on the far left sits a figure. Face and legs vaguely suggested, the body hatched up with dense, agitated brush¬strokes in white, yellow, orange, red and green. The figure is at rest, expectant, and leans slightly back. Two thin, sketchily sug¬ges¬ted chair legs and a lateral red line create an impression of space, a narrow picture plane in front of a wall or curtain with black-and-red shadows. A whitish mask hovers all the way up on the far right. Unlike the face, the mask is intact and opaque, almost plaster-like. Mime or death mask? We are on the stage of life.”
Hanne Lundgren Nielsen will open the exhibition.
The artist will be present at the opening.
The exhibition is open
13th August – 12th September 2010
Regards
The Faroe Islands Art Museum
Gunleif Grube's CV can be found here >>.
Gunleif Grube's webpage here >>.
Regards
The Faroe Islands Art Museum
 
|