Listasavn Føroya - Listaskálin, Føroyar English Version  
Site Map : Samband : Prenta  
 
Info
» Forsíða
» Framsýningarskrá
» Opið er
» Rundvísingar
» Hølisleiga
» Café
» Krambúð

Savnið
» Bygnaður
» Bygningurin
» Framsýningar
» Bókmentir

Feløg o.a.
» Listafelag Føroya
» Føroysk Myndlistafólk

 
 

Rannvá Holm Mortensen - Serframsýning í Listaskálanum 2008

Rannvá Holm Mortensen - Solo Exhibition in The Faroe Islands Art Museum 2008

Tíðarskeið:  7. novembur til 14. desembur 2008

Duration: from the 7th November until the 14th December 2008

Rannvá Mortensen

Tíðindaskriv frá Listasavni Føroya

Fríggjadagin 7. novembur 2008 kl. 17.00 - 19.00 letur Listasavn Føroya upp framsýning við akrýlmálningum, grafikki og kollasjum, sum listakvinnan Rannvá Holm Mortensen hevur gjørt. Framsýningin er afturlítandi vísandi tað, sum listakvinnan hevur gjørt, umframt samtíðarlig og løtubær vísandi heilt nýggj verk. Malan Marnersdóttir, professari, dr.phil., hevur skrivað bók, ið telur 60 síður, og sum er á føroyskum, enskum og donskum. Bókin kostar kr. 150. Malan Marnersdóttir setir framsýningina. Sámal Ravnsfjall stendur fyri tónleikinum á ferniseringini. Listakvinnan verður hjástødd. Bjóðað verður við onkrum leskiligum á ferniseringini.

Rannvá er fødd á Tvøroyri í 1950. Hon hevur verið virkin listakvinna síðan 1997, men hon hevur teknað og gjørt myndir av øllum handa slag, síðan hon var smágenta. Hon hevur gingið á listaskúla og tikið listaskeið bæði í Føroyum, Danmark og Grikkalandi og gjørt listaligar námsferðir til París og London. Rannvá hevur sýnt verk síni fram m.a. í Norðurlondum, Spania og Bulgaria, og verkini eru eisini væl umboðað í almennum stovnum í Havn.

Í bókini um Rannvá verður m.a. sagt, at “hon er impulsiv og spontan í verumáta, hon er bráð og sjálvkravd í arbeiðshátti, harafturat er hon full av hugskotum, sum ofta bera dám av tí káta og lystiliga eins væl og av tí listaliga. Rannvá fer púra uttan fyrivarni í holt við verkini. Skitsurnar hava dám av spælandi lættleika, sum í stóru verkunum er tamdur nakað, hóast tað spælandi næstan ongantíð er fyribeint”. Verkini hjá henni, summi ristastór kollasjuverk við upp til 15 myndir, røkka frá ekspressiónismu um postmodernismu til samtíðarlist, sum beinleiðis tekur inn og bendir á týðandi samfelagslig, náttúru- og tøknifrøðilig viðurskifti.

Framsýningin endar sunnudagin 14. desembur 2008.



Press release from The Faroe Islands Art Museum

On Friday 7th November 2008 from 5.00 - 7.00 PM The Faroe Islands Art Museum will open an exhibition with acrylic paintings, graphics and collages made by the artist Rannvá Holm Mortensen. The exhibition is simultaneously retrospective, showing Rannvá’s earlier work, and current, displaying new works. Malan Marnersdóttir, professor, dr.phil., has written a book for the exhibition. The book is in Faroese, English and Danish language and is 60 pages long. The book costs DKK 150. Malan Marnersdóttir will open the exhibition. The musician Sámal Ravnsfjall will perform at the opening, where the artist will be present.

Rannvá is born in Tvøroyri in 1950. She has worked as an artist since 1997, but she has has been drawing and making all sorts of pictures since she was a young girl. She has attended art schools and art courses in The Faroe Islands, Denmark and Greece and been on artistic study tours in Paris and London. Rannvá has exhibited her works in the Nordic countries, Spain and Bulgaria. Her works are also well represented in public collections in Tórshavn.

In the book about Rannvá it is said, that “her manner is impulsiv and spontaneous; at work, she is rash and uninhibited. She brims with ideas that radiate joy and merriment no less than artistry. Rannvá undertakes her work absolutely without precaution. Her sketches are characterized by a playful ease, which has been toned down to some degree in the larger works, although only rarely is the playful element fully eliminated”. The works of Rannvá Holm Mortensen, some of them gigantic collages with upp to 15 pictures, spans from expressionism through postmodernism to a contemporary art, which incorporates and points to important social, scientific and technological issues in a manner of immediacy.

The exhibition ends on Sunday 14th December 2008.

C.V. - Curriculum Vitae hjá Rannvá Holm Mortensen sæst her >>.

Rannvá Holm Mortensen's C.V. - Curriculum Vitae can be found here >>.

Listasavn Føroya.
The Faroe Islands Art Museum


Back to previous / referring pageBack to top

 
Copyright © 1998-2012 · Listasavn Føroya & Raffar · All Rights Reserved
Listasavn Føroya · Gundadalsvegur 9 · P.O. Box 1141 · FO 110 Tórshavn · Faroe Islands T. +298 313579 F. +298 316679 E.