Listasavn Føroya - Listaskálin, Føroyar English Version  
Site Map : Samband : Prenta  
 
Info
» Forsíða
» Framsýningarskrá
» Opið er
» Rundvísingar
» Hølisleiga
» Café
» Krambúð

Savnið
» Bygnaður
» Bygningurin
» Framsýningar
» Bókmentir

Feløg o.a.
» Listafelag Føroya
» Føroysk Myndlistafólk

 
 

Framsýning við Håkon Gullvåg úr Noreg

Exhibition with Håkon Gullvåg from Norway

Håkon Gullvåg - Portrait Tíðarskeið:  30. august – 26. oktober 2008

Duration:; August 30 - October 26, 2008

Håkon Gullvåg – Antimonologar

Fríggjadagin 29. august 2008 kl. 17.00 letur Listasavn Føroya upp framsýning við Håkon Gullvåg. Við á framsýningini eru eini 50 oljumálningar, sum listamaðurin hevur lánt til framsýningina. Til framsýningina hava Eva Furseth listfrøðingur og Jan Kjærstad rithøvundur skrivað bók, ið telur 100 síður, og sum er á norskum, føroyskum og enskum. Allis Helleland, stjóri á Nasjonalmuseet for Kunst, Arkitektur og Design í Oslo, setir framsýningina. Håkon Gullvåg og Eva Furseth verða hjástødd.

Framsýningin er partur av einari ferðaframsýning millum fimm samstarvandi mentanarstovnar í Danmark, Noregi og Føroyum.

Håkon Gullvåg er norðmaður og føddur í 1959. Í meiri enn 30 ár hevur hann havt eina serstøðu í listarliga lívinum í heimlandinum við sínum serstøku og ógvuliga persónligu myndum. Alla yrkisleiðina hevur hann arbeitt í einum figurativum myndamáli, ið liggur onkustaðni millum klassisismu, ekspressiónismu og surrealismu. Súmbolløddu myndevnini í sterkum litum og teir eyðkendu, splintraðu formarnir hava stóra ávirkan. Soleiðis er eisini við hesari framsýning, ið snýr seg um trý av hansara týdningarmestu aðalevnum: Andlitsmyndir, stólar og kirkjulist.

Stólamyndirnar hava altíð ligið Håkon Gullvåg nær at hjarta. Her hugleiðir hann atfinnandi um egin barndómsminni og setir teir ungu figurarnar í hvíldarstólin, har teir næstan hvørva í heimsins stóru siðvenjum og krøvum. Hann viðger kirkjulistina eftir miðaldargomlum siðvenjum við at býta javnt millum Gamla og Nýggja Testamentið og leggur samstundis nýggj listarlig fyribrigdi aftur at væl kenda listasøguliga tilfarinum, ið fær okkum at uppliva myndevnini sum viðkomandi samfelagsviðmerkingar. Og hvat øllum andlitsmyndunum viðvíkur er tað sjáldsamt at síggja ein listamann fanga persónligheitina hjá modellunum á ein so tekniskt framúrskarandi hátt. Tað er við tankanum um, at hvørt einasta listaverk hevur tætt samband bæði við persónligheitir úr søguni og við okkum samtíðarmenniskju, at hann leggur dent á sítt søkjandi og grundleggjandi dialogiska samband við umheimin undir heitinum – Antimonologar.

Listasavn Føroya takkar Evu Furseth og verkætlanarleiðsluni á Kunstkontoret í Tróndheimi fyri gott samstarv umframt Nordisk Kulturfond fyri gávumilda stuðulin, ið gjørdi hesa framsýning til veruleika.

Framsýningin endar sunnudagin 26. oktobur 2008.


Håkon Gullvåg – Antimonologar

On Friday the 29th of August at 17.00 o´clock, The Faroe Islands Art Museum opens an exhibition featuring Håkon Gullvåg. The exhibition features 50 oil paintings which the artist has lent to the exhibition. In connection with the exhibition, art historian Eva Furseth and writer Jan Kjærstad have written a book. The book is in Norwegian, Faroese and English and is 100 pages. Allis Helleland, the director of The National Museum of Art, Architecture and Design in Oslo, will open the exhibition. Håkon Gullvåg and Eva Furseth will both be present at the opening.

The exhibition is part of an exhibition tour between five cultural institutions in partnership in Denmark, Norway and The Faroe Islands.

Håkon Gullvåg is Norwegian and born in 1959. For over 30 years Gullvåg has had a special role in the artistic society in his homeland due to his individual and personal works. During his career he has worked with a figurative language which may be reflected in classicism, expressionism and surrealism. Motifs charged with symbols in strong colurs and the characteristic and splintered shapes have a huge influence. These characteristics are also featured in this exhibition which is about three of his most important themes: Portraits, chairs and church art.

The chair images have always been close to Gullvåg´s heart. Here he reflects critically about his own childhood memories and places, the young figures in the resting chair where they almost disappear in the great traditions and demands of the world. He deals with the church art using medieval traditions by dividing The Old Testament and The New Testament equally and at the same time he adds new artistic phenomena to the well known material from art history. By this the motifs make us aware about today´s society. Concerning the portraits it is rare to find an artist who can capture the model´s personality so technically beautiful. It is with this in mind, that every artwork is well connected to historic personalities and to our contemporaries, that he stresses his searchings and his basic dialogue with the surrounding world. Hence the title - Antimonologues.

The Faroe Islands Art Museum would like to thank Eva Furseth and the project management at Kunstkontoret in Trondheim for good partnership and also The Nordic Cultural Fund for the gracious support which made this exhibition possible.

The exhibition ends on Sunday the 26th of October.

The Faroe Islands Art Museum



Myndir / Images:

Håkon Gullvåg Håkon Gullvåg
Håkon Gullvåg Håkon Gullvåg
Håkon Gullvåg
Håkon Gullvåg Håkon Gullvåg

LISTASAVN FØROYA
THE FAROE ISLANDS ART MUSEUM


Back to previous / referring pageBack to top

 
Copyright © 1998-2012 · Listasavn Føroya & Raffar · All Rights Reserved
Listasavn Føroya · Gundadalsvegur 9 · P.O. Box 1141 · FO 110 Tórshavn · Faroe Islands T. +298 313579 F. +298 316679 E.