Listasavn Føroya - Listaskálin, Føroyar English Version  
Site Map : Samband : Prenta  
 
Info
» Forsíða
» Framsýningarskrá
» Opið er
» Rundvísingar
» Hølisleiga
» Café
» Krambúð

Savnið
» Bygnaður
» Bygningurin
» Framsýningar
» Bókmentir

Feløg o.a.
» Listafelag Føroya
» Føroysk Myndlistafólk

 
 

Framsýning við Sigrun Gunnarsdóttir

Exhibition with Sigrun Gunnarsdóttir

Sigrun Gunnarsdóttir - Portrait Tíðarskeið:  11. desembur 2007 - 1. januar 2008

Duration:; December 11, 2007 - January 1, 2008


Faroese newsletter - Tíðindaskriv frá Listasavni Føroya:

Bók um Sigrun Gunnarsdóttur

Listasavn Føroya gevur á fjórða sinni út listabók í ár, hesa ferð um listakvinnuna á Eiði, Sigrun Gunnarsdóttur. Tað er norski listfrøðingurin Eva Furseth, ið hevur ættarbond í Føroyum, sum hevur skrivað bókina. Bókin er 120 blaðsíður við teksti á føroyskum, enskum og norskum og við fleiri enn 80 myndum. Um Sigrun sigur Eva Furseth í innganginum:

Hon er fødd og uppvaksin á Eiði, og her hevur hon ment ein myndaheim, sum ikki líkist nøkrum øðrum, ið vit hava sæð.
Góð listaverk fáa alt ov sjáldan tann ans, ið tey hava uppiborið, tí vit geva okkum sum heild ikki stundir til veruliga at hyggja at verkinum við sínum ríku merkingarløgum og málandi dygd. Við hesari bók fáa vit eitt hóskandi høvi at seta okkum inn í nøkur av høvuðsverkum Sigrunar.
Friðarliga megin eyðkennir málningarnar og fær okkum at grunda – at grunda, hvat ið undir liggur, og leita eftir øðrvísi tulkingarháttum, ið kunnu føra okkum nærri at teirra loyndarfulla kjarna. Eisini er forvitnisligt at kanna tær listaligu leiðir, ið hava ført Sigrun til hennara egna myndframburð, og at kanna, hvussu hon listaliga verður kveikt í eini lítlari, fjarskotnari bygd í Føroyum.
Eiðisfólkum er tað tó ikki nýtt, at onkur í bygdini brýtur upp úr nýggjum, hvat tí listaliga viðvíkur. Niels Kruse, ið var fyrsti landslagsmálari Føroya, búði jú á Eiði, og so var hann eisini abbi Sigrunar í móðurætt. Sigrun var bert trý ára gomul, tá ið abbin doyði í 1953, men hann var henni ikki fremmandur, teimum mongu málningunum í barndómsheiminum fyri at takka. Hann hevði sostatt stóra ávirkan á lívsleið hennara.

Bókin verður løgd fram á fernisering í Listaskálanum týsdagin 11. desembur 2007, kl. 17.00 - 19.00. Hon kostar kr. 250, men útgávudagin fæst hon fyri kr. 200. Bókin er stuðlað av Eiðis Kommunu, Tórshavnar Kommunu, Eik Banka, Listafelagi Føroya og Mentanargrunni Landsins.

Mentamálaráðharrin, Jógvan á Lakjuni, setir framsýningina.
Sigrið Rasmussen fer at syngja.
Sigrun Gunnarsdóttir verður hjástødd til ferniseringina.

Øll eru vælkomin.
Vinaliga
Listasavn Føroya

Myndir / Images:

Sigrun Gunnarsdóttir Sigrun Gunnarsdóttir Sigrun Gunnarsdóttir

More info

C.V. - Curriculum Vitae hjá Sigrun Gunnarsdóttir sæst her >>.

Sigrun Gunnarsdóttur's C.V. - Curriculum Vitae can be found here >>.

Meiri fæst at vita um Sigrun Gunnarsdóttir á heimasíðu hennera www.sigrungunnarsdottir.com.

More information on Sigrun Gunnarsdóttir can be found on her website www.sigrungunnarsdottir.com.

LISTASAVN FØROYA
THE FAROE ISLANDS ART MUSEUM


Back to previous / referring pageBack to top

 
Copyright © 1998-2012 · Listasavn Føroya & Raffar · All Rights Reserved
Listasavn Føroya · Gundadalsvegur 9 · P.O. Box 1141 · FO 110 Tórshavn · Faroe Islands T. +298 313579 F. +298 316679 E.