Listasavn Føroya - Listaskálin, Føroyar English Version  
Site Map : Samband : Prenta  
 
Info
» Forsíða
» Framsýningarskrá
» Opið er
» Rundvísingar
» Hølisleiga
» Café
» Krambúð

Savnið
» Bygnaður
» Bygningurin
» Framsýningar
» Bókmentir

Feløg o.a.
» Listafelag Føroya
» Føroysk Myndlistafólk

 
 

TÍÐINDASKRIV

Kjell Nupen

Í sambandi við Listastevuna 2005 hevur norðmaðurin Kjell Nupen listaframsýning í Listaskálanum frá 5. august til 2. oktober. Á framsýningini vera málningar og grafikkur.

Kjell Nupen er føddur í Kristiansand í 1955 og gjørdi av longu sum 13 ára gamal at verða listamálari. Hann er útbúgvin á Statens Kunstmuseum í Oslo og á Staatliche Kunstakademie í Düsseldorf. Hann fekk sum ungur sítt gjøgnumbrot sum listamálari og grafikari og hevur í mong ár verið ein eyðkendur persónur í norskari samtíðarlist. Tann fjølbroytti listamaðurin hevur havt framsýningar í nógvum londum. Longu sum 20 ára gamal keyptu fleiri listasøvn og aðrir stovnar verk hansara. Harumframt hevur hann gjørt fleiri skreytmyndir.

Kjell Nupen hevur verið íðin í at sýnt fram verk síni. Eftir fáum árum gjørdist hann eins og ein miðdepil millum ungar listamenn í Noregi. Hann hevði fyrstu serframsýning sína í 1976 í heimbýnum og tvær serframsýningar í Listafelagnum í Oslo í 1978 og 1981. Ein av týdningarmestu serframsýningum sínum helt hann í 1984 í Listafelagnum í Kristiansand. Eftir stuttari tíð vóru m.o. Riksgalleriet, Nasjonalgalleriet, Norsk Kulturråd, Oslo Kommunes Kunstsamlinger og Kristiansands Billedgalleri millum keyparar av verkum hansara.

Norska Riksgalleriet keypti longu í 1974 myndir frá tí tá bert 19 ára gamla Kjell Nupen, ið sama árið hevði fyrstu framsýningar sínar í bæði Høstsavninum í Oslo og Sørlandsframsýningini. Tá Nupen var í Düsseldorf árini eftir, gjørdist hann hugtikin av tí ráðandi rákinum, nýfiguratiónini, ið tók ta modernaðu listina til eitt nýtt stig burtur frá tí nonfigurativu og abstraktu listini. Ráðandi hugburðurin á listaháskúlunum var at finnast at teimum ráðandi grundstovnunum, um teir so vóru politiskir ella listarliga akademiskir. Fyri Nupen eins og fyri listaheiminum vóru 1970-árini nógv ávirkað av hugmyndafrøði og politikki. Nógvar politiskar og mentanarligar kollveltingar fóru fram, og tað gekk oftani harðliga fyri seg. Nupen kom í tætt samband við politiseraða listaumhvørvið í Týsklandi, og var hetta nakað, ið eyðkendi myndir hansara, ið vístu á harðskap og kúgan. Hann gekk ímóti tátíðarfasismuni, og fleiri av politisku verkum hansara vísa á íblástur úr fjølmiðlaheiminum. Nevnast kunnu m.a. Situasjon, Stille betraktning, Denkmal, Fargelagt idyll og Stille natt, hellige natt. Nupen lat í stóran mun speisemi ráða yvir myndunum. T.d. er myndevnið í Fargelagt idyll flóttafólk undir Vietnamkrígnum, Denkmal (Minnisvarðin) ímyndar eitt bumbuflogfar, og Stille natt, hellige natt er tikið úr týska jólasálminum við sama navni, men lýsir í hesum føri grovan harðskap og ikki friðsæla vón, sum heiti annars bendir á. Grafiska listin var eisini týdningarmikil í 1970-árunum, ikki minst tí listamaðurin hevði ein politiskan boðskap. Kjell Nupen var meistari í grafikki, og hann fekk heiðursløn fyri grafisku list sína á altjóða grafikkstevnuni í 1981 í Baden-Baden.

List Kjell Nupens frá fyrst í 1980-árunum umboðar gjøgnumbrot hansara. Tann politiskt ágangandi listin varð sett til síðis fyri eina meiri hugleiðandi list. Hann fór at mála landslagamyndir, hvørs formligu og litføgru dygdir síðan hava havt høvuðsleiklutin í list hansara. Tað var eftir eini hugtakandi ferð í 1978 í amerikonsku oyðimørkini í New Mexico, Nevada og Arizona, at Nupen gjørdi av at mála landsløg. Myndirnar gjørdust størri, vóru meiri greiðar og einfaldar og tíðarleysar samanborið við tær tíðaraktuellu myndirnar frá 1970-árunum. Millum høvuðsverkini tá vóru Letter for Michelangelo, Glemt landskap, Drømmen og stilheten, Endeløs hvile og Uendelig reise. Himmalin, vøtnini og oyðimørkin fylla myndirnar, men í landsløgunum eru eisini tekn og súmbolir at finna. Pyramiduformar, arnaskuggar, telt og bátar eru aðalmyndevni. Telt og bátar vísa á longsilin eftir grunnleggjandi virðum, meðan pyramidan vísir á átrúnaðarlig virði. Arnaskuggarnar vísa á tvítýdningin av ørnum sum ræðandi og krígssinnaðar skuggar úr himmalinum, men tær kunnu eisini síggjast sum eitt súmbol uppá tann gudiliga hugaheimin. Framsýningarnar um tað mundi vóru eydnuríkar og væl vitjaðar. Men baksíðan av hesum er, at mong fólk enn í dag seta Nupen í samband við listina úr hesum tíðarskeið, men gloyma alt hitt, ið hann hevur avrikað. Men tann skaðin gjørdist tó ongantíð ov stórur, tí hann sjálvur var varugur við vandan, og list hansara fór tí ígjøgnum eina týðandi nýhugsan stutt eftir væl vitjaðu framsýningarnar. Hann skipaði í 1986 fyri bókaverkætlanini Horisont í París, fór at mála landslagamyndir við myndevnum úr øðrum landslagi, nevniliga skógum, so sum Skog, Setesdal og Domino-Domine síðst í 1980-árunum og gjørdi og málaði krukkur, ið hann eisini nýtti sum skreytmyndir. Tann víðgitnasta av øðrum skreytmyndum er tilevningin av Otterdalsparken í Kristiansand, ein skurðmynd, ið varð opnað í 1991. Síðan kom stóra Emblem-verkætlanin mitt í 1990-árunum, ið tók upp aftur gamla rósumálningasiðin, har gomul tekn úr miðøldini vórðu vovin inn í eina nýggja og modernaða heild. Høvuðsverkini í hesi verkætlan vóru m.a. Skogslys, Portal, Påske, Rødt rom og Stille natt - hellige natt. Tey seinastu árini er Nupen farin aftur til gomlu verk síni og blandar tey saman við nýggj hugskot. M.a. er krukkan eitt afturvendandi myndevni.

Kjell Nupen er ikki bert eitt serstakt og ógvuliga fjølbroytt listafólk, ið nýtir gomul sum nýggj hugtøk til stórar verkætlanir. Ein av størstu dygdum hansara er nevniliga pallsetingin í framsýningum sínum. Hann hevur eina grundleggjandi hugsan aftanfyri framsýningar sínar. Listaverkini eru gjørd fyri at viga upp ímóti hvørjum øðrum, tey útdýpa hvørt annað; tí siga fólk um Nupen, at hann er "sceniskur". Málið hjá honum er, at listin skal vera opin, so hon røkkur út til áskoðararnar. Hann arbeiðir í myndevnum og dugir væl at bera tey fram. Um so talan er um politiskar og hugleiðandi myndir ella nýtt verður list og súmbolir frá gomlum døgum, so vísir tað til eina virðing fyri søguni, soleiðis sum hon var bæði politiskt og listarliga, og hvussu hon kann endurnýtast nú á døgum. Listarliga menning Nupens er støðug, tí hann endurnýggjar ikki bert søguna, men hann endurnýggjar eisini sjálvan seg við m.a. at nýta tilfar frá yngru døgum sínum og seta tey saman við nýggjari tilfari, ella hann fær annan íblástur frá gomlum siðvenjum ella hugmyndafrøðini til at skapa nýggjar merkingar og harvið nýggj verk. Á tann hátt verður listarligi alheimur hansara ríkari og djúpari.

Kjell Nupen hevur sum listamaður búð stórar partar av lívi sínum í landspartinum Agder og hevur nú fastan bústað í heimbýnum Kristiansand. Hann hevur havt ser- og bólkaframsýningar Noregi, Danmark, Svøríki, Fraklandi, Hollandi, Týsklandi, Sveis, Skotlandi, Onglandi, Suðurkorea, Kina, og í fleiri øðrum londum. Í flestu londunum hevur hann havt nógvar framsýningar.

Við øllum hesum í huga er tað við størstu gleði, at Listasavnið nú kann bjóða norska listamannin Kjell Nupen til Føroya á Listastevnuna at hava framsýning í Listaskálanum. Og øll skulu vera hjartaliga vælkomin at vitja Listaskálan og síggja framsýningina hjá honum.

Meiri fæst at vita um Kjell Nupen á heimasíðu hansara www.nupen.no.

LISTASAVN FØROYA




Back to previous / referring pageBack to top

 
Copyright © 1998-2012 · Listasavn Føroya & Raffar Sp.f · All Rights Reserved
Listasavn Føroya · Gundadalsvegur 9 · P.O. Box 1141 · FO 110 Tórshavn · Faroe Islands T. +298 313579 F. +298 316679 E.