| |
Edward Fuglø: Merry-Go-Round – Serframsýning - Framsýning í Listaskálanum
Tíðarskeið: 25. april – 13. juni 2011
Edward Fuglø
Framsýning í Listaskálanum 2. páskadag/flaggdagin 25. apríl 2011 kl. 16.00
Listasavnið gevur út bókina Edward Fuglø – Verðin í eini fliðuskel, skrivað av Evu Furseth listfrøðingi. Millum annað skrivar hon: “Mínar myndir eru illustratiónir”, sigur Edward, ið málar fegin stórt og realistiskt við klárum, reinum litum, har løtan er avgerandi. Edward sigur hetta í listasøguligum samanhangi og byggir á ymsar siðvenjur innan surrealismu, popplist, realismu, nýrealismu, superrealismu o.s.fr., har júst tað ítøkiliga listaverkið gerst umráðandi. Samstundis er hesin wauw-liðurin bara fyrsta stig í arbeiðinum; beint undir teimum næstan ósjónligu pensilstrokunum hóma vit røturnar, sum greina seg djúpt inn undir løriftsflatan og leiða okkum til heilt aðrar og óvæntaðar niðurstøður enn tær, vit í fyrstani hildu, myndin snúði seg um.
Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, setir framsýningina.
Guðrið Hansdóttir framførir tónleikin.
Listamaðurin verður til staðar á ferniseringini.
Vinaliga
Listasavn Føroya
Edward Fuglø: Merry-Go-Round - Exhibition in The Faroe Islands Art Museum
Duration: from 25. april – 13. june 2011
Edward Fuglø
Exhibition at the Museum, Easter Monday 25th apríl 2011 kl. 16.00 GMT
A monography about the artist, entitled Edward Fuglø – The World in a Nutshell, will be released by the museum and is written by art historian Eva Furseth. Among other things she writes: ‘My pictures are illustrations’, Fuglø often asserts. His paintings are usually large and painted in a realistic style with clear, pure colours where the momentary encounter is emphasized. Fuglø says this in an art-historical context, building on broad traditions within Surrealism, Pop Art, Realism, Neorealism, Super-realism, etc. – where what is important is the immediate encounter with an artwork. Yet this ‘wow aspect’ is only the first level; directly underneath the smooth, almost invisible brushstrokes, we glimpse roots branching into subterranean depths, leading us to completely different, unexpected conclusions than we at first thought the work was about.
The Minister of Culture, Helena Dam á Neystabø, will open the exhibition.
Music by Guðrið Hansdóttir.
The artist will be present at the opening.
Regards
The Faroe Islands Art Museum
 
|