The Faroe Islands National Art Museum, Faroes Faroese Version  
Site Map : Contact : Print Page  
 
Info
» Home
» Exhibitions
» Opening hours
» Guided tours
» Rent facilities
» Café & shop

The Museum
» About the Museum
» The Building
» About Exhibitions
» Literature

Assosiations etc.
» Faroe Islands Art Society
» The Faroese Society of Visual Arts

 
 

Framsýning við Johannes S. Kjarval úr Íslandi

Exhibition with Johannes S. Kjarval from Iceland

Johannes S. Kjarval - Portrait Tíðarskeið:  2. februar - 2. mars 2008

Duration:; February 2 - March 2, 2007

Listasafn Reykjavíkur – Kjarvalsstaðir og Listasavn Føroya samstarva um listarligt umbýti soleiðis, at ein framsýning við 49 listaverkum eftir Mikines letur upp á Kjarvalsstøðum í Íslandi leygardagin 26. januar 2008, meðan ein framsýning við eini 25 verkum eftir Jóhannes S. Kjarval letur upp í Listaskálanum í Gundadali leygardagin 2. februar 2008, kl. 16.00 og letur aftur sunnudagin 2. mars. Íslendski sendiharrin í Føroyum, Eiður Guðnason, setir framsýningina. Hafþór Yngvason, stjóri á Kjarvalsstøðum, verður hjástaddur á framsýningini.


Kjarvalsstaðir, an art museum in Reykjavík in Iceland, and the Faroe Islands Art Museum are having an artistic exchange, where a Mikines exhibition including 49 art works will open in Kjarvalsstaðir on Saturday 26th January 2008. Meanwhile, an exhibition with about 25 art works of Jóhannes S. Kjarval will open in the Faroe Islands Art Museum on Saturday 2nd February 2008, 16.00 GMT, and will close on Sunday 2nd March. The Icelandic ambassador, Eiður Guðnason, will open the exhibition. Hafþór Yngvason, the director of Kjarvalsstaðir, will be present at the opening.


Myndir / Images:

Johannes S. Kjarval Johannes S. Kjarval
Johannes S. Kjarval Johannes S. Kjarval
Johannes S. Kjarval Johannes S. Kjarval

Jóhannes Sveinsson (1885-1972) vaks upp undir trongum korum á Borgarstøðum á eysturlandinum í Íslandi. Skúlagongdin var lítil, meðan tunga arbeiðið á landinum vigaði sítt. Á ungum árum flutti hann til Reykjavíkar og arbeiddi sum sjómaður, samstundis sum hann fekst við at tekna og mála. Í 1911 fór Jóhannes Sveinsson, ið júst hevði fingið sær listanavnið Kjarval, uttanlands at menna sína list. Tað eydnaðist honum ikki at sleppa inn á Royal Academy of Arts í London, og hann flutti síðan til Keypmannahavnar, har hann fekk undirvísing í list, inntil hann í 1914 kom inn á Listaháskúlan. Hann giftist við tí donsku Tove, gjørdi seg lidnan á háskúlanum og hevði ferðast víða um í Norðurlondum og Evropa, inntil hann í 1922 flutti heimaftur við konuni og tveimum børnum.

Listarligi førningur Kjarvals var ein blandingur av ymiskum rákum, hann var væl kunnigur við. Gjøgnum 1920’árini og inn í 1930’árini leitaði hann leingi og royndi við opnum sinni at kanna mørkini millum súmbolismu, ekspressiónismu, kubismu og – eftir eitt uppihald í París í 1928 – impressiónismu. Eftir at Kjarval hevði ferðast víða hvar, bæði sjálvur og listaliga, endaði hann óvæntað har, ið hann byrjaði: heima hjá sær sjálvum, við tað at hann fór undir at mála natúralistiskar landslagsmálningar av tí náttúru, ið hann frá barnsbeini hevði verið umgyrdur av. Kjarval førir nærmyndina inn í íslendska list, hann vísir á vakurleikan í tí ráa og lítið gestablíða, tí harða og villa. Kjarval málaði ikki bara í sól, men eisini í vindi, regni, kava og frosti. Hann fekk nógv av skafti og málaði alt frá tí mest fløkta, fjølbroytta, fleirdimensjóneraða og mynstruta í alskyns litum og formum, yrkt út úr íslendska landslagnum, søgnum, ævintýrum og einum ágrýtnum hugflogsríkdómi, til rannsakandi andlitsmyndir av fólkum, ið gjøgnum drúgt stríð og strev hava borið Ísland í meira enn túsund ár. Kjarval fór bókstaviliga sínar egnu leiðir, tá hann ætlaði at finna listarligan íblástur, tí hann fór til útbygdirnar, til oyðimørkina. Ikki vóru tað romantiskar tulkingar av víðlendinum, ið hann gav ans, men landið, júst soleiðis ið tað var. Áskoðarin var vanur við bláan himmal og grønar eingir, men Kjarval noyddi hann at góðtaka og síggja landið sum hart og yvirveldandi, stórsligið og vilt. Ikki var tað bráðvakurt, men mektigt og tó inniligt og ríkt. Kjarval var so gripin av oyðimarkarnáttúruni, at hann í fleiri førum flutti frá familju og heimi at búgva í einsemi úti í og saman við náttúruni, fjart frá øllum menniskjum.

Við Kjarval fingu íslendingar eina heilt nýggja fatan av síni náttúru og sínum landi. Listamaðurin verður roknaður sum ein tann mætasti íslendski málarin í søguni og er m.a. saman við Sigurði Gudmundssyni, Ásgrími Jónssyni og Þórarin B. Þorlákssyni av tí ættarliðnum av listamonnum, ið løgdu grundvøllin til ta modernaðu listina í Íslandi. Listasavnið Kjarvalsstaðir í Reykjavík sýnir fram verk eftir Kjarval, ið eisini er ein fyrimynd hjá fleiri føroyskum listamálarin, har serliga Thomas Arge eigur at vera tikin fram.


Kjarval (1885-1972) is one of the greatest Icelandic painters of all time. He painted naturalistic landscape motifs but not in the same fashion as other contemporary artists. His description of nature wasn’t romantic, instead he found great joy in painting and living in the barren areas of Iceland with his paintings describing the nature as wild and harsh and very powerful. He presented it in a way it really was and thus widening the general view and idea among Icelanders of what and how Iceland is. Kjarval is one of the pioneers and founders of modern Icelandic art.

Johannes S. Kjarval


LISTASAVN FØROYA
THE FAROE ISLANDS ART MUSEUM


Back to previous / referring pageBack to top

 
Copyright © 1998-2012 · Listasavn Føroya & Raffar Sp.f · All Rights Reserved
Listasavn Føroya · Gundadalsvegur 9 · P.O. Box 1141 · FO 110 Tórshavn · Faroe Islands T. +298 313579 F. +298 316679 E.