The Faroe Islands National Art Museum, Faroes Faroese Version  
Site Map : Contact : Print Page  
 
Info
» Home
» Exhibitions
» Opening hours
» Guided tours
» Rent facilities
» Café & shop

The Museum
» About the Museum
» The Building
» About Exhibitions
» Literature

Assosiations etc.
» Faroe Islands Art Society
» The Faroese Society of Visual Arts

 
 

Framsýning við Fang Lijun úr Kina

Exhibition with Fang Lijun from China

Fang Lijun - Portrait Tíðarskeið:  11. apríl – 1. juni 2008

Duration:; April 11- June 1, 2008

Fang Lijun - Risastórir træskurðir í litum

Fang Lijun er millum fremstu listafólkini í kinesisku samtíðarlistini. Hansara verk eru nógv eftirspurd, og hann hevur sýnt fram á fleiri listasøvnum í Fjareystri, Evropa og USA.

Fang Lijun er føddur í 1963 og vaks upp undir mentanarkollveltingini. Hansara fyrsta listarliga uppliving var tann serliga fagurfrøðin, sum vit kenna úr kinesiskari propagandalist. Tá ið hann í 1980’árunum kom inn á grafisku deildina í Listaháskúlanum í Beijing, var heimurin vorðin opnari. Hann fekk tí høvi at fara á námsferðir til Hollands, Noregs og USA. Umframt grafikkin fæst hann við málningalist, høggmyndir, tekningar og installatiónir. Á hesari framsýningini er dentur lagdur á risastóru træskurðirnar, sum hann síðan miðskeiðis í 1990’árunum fór at arbeiða uppá. Hann hevur ment eina serliga tøkni, ið ger tað møguligt at skapa risastórar træskurðir, sum eftir asiatiskari siðvenju eru prentaðir á ovurstórar rullur og hongdir upp á veggin. Tað er eitt fløkjasligt og drúgt arbeiði, sum í stuttum snýr seg um at skera eina mynd úr træi út á eina plátu, leggja eitt lag av blekki á flatuna og síðan prenta myndina á pappír. Hvør litur og hvørt litbrigdi krevur sína egnu plátu og skal prentast fyri seg. Størstu verkini eru 20 til 40 fermetrar, og tá er neyðugt at brúka fleiri rullur, ið hanga lið um lið.

Mong listafólk úr sama ættarliði sum Fang Lijun eru ávirkað av vesturlendskari list og listasøgu, men Fang Lijun, hóast væl kunnigur við vesturlendsku listina og listasøguna, heldur seg til siðvenjuna. Hann lýsir tað kinesiska fólkið, tó ikki út frá eini fyrr ráðandi hetjukendari hugmyndafrøði, men út frá einum samfelagsatfinnandi sjónarhorni. Í 1989, sama ár sum Fang Lijun varð útlærdur, tóku ógvusligir samanbrestir seg upp millum arbeiðarar, lesandi og mentafólk á aðrari síðuni og myndugleikarnar og herin á hinari síðuni í Himmalska Friðartorginum í Beijing. Fólkini mótmæltu mutur og svik í kommunistisku stjórnini og kravdu broytingar til frama fyri fólkaræðnum, men ístaðin endaði stríðið við, at fleiri túsund mótmælisfólk lótu lív og mong onnur vórðu løstað. Í hesum sambandi svaraðu listafólk aftur við einum nýggjum, listarligum ráki, ið kallað var kynisk realisma, og sum á at líta var ein kensluleys lýsing av menniskjanum.

Stílurin hjá Fang Lijun er ógvuliga einfaldur og realistiskur, har kinesiskir figurar standa einsamallir ella eru partur av einari fjøld. Teir eru navnleysir, men við krúnrakaðum høvdum líkjast teir kinesiskum munkum ella fangum. Sjálvur hevur Fang Lijun víst á strategiska týdningin við at velja myndevnið við krúnrakaðu høvdunum sum eitt tekin um uppreistrarsinni. Hetta at traðka fram við krúnrakaðum høvdi fjalir munirnar millum einstaklingar og styrkir harvið tað kollektiva. Kyniska realisman førir listina víðari, sum undir mentanarkollveltingini var tann einasta viðurkenda, har stoltir arbeiðarar ótroyttiligir líta frameftir móti heiður og æru, og samstundis ger kyniska realisman gjøldur burtur úr hesari somu listini.

Eitt annað av hansara bestu myndevnum er svimjing – eitt væl dámt frítíðarítriv fyri vanligar kinesarar, og myndevnið vísir samstundis til tiltikna svimjitúrin hjá Mao yvir um Yangtze-ánna. Sum við krúnrakaðu høvdunum eru teir navnleysu svimjararnir súmbol upp á tað kollektiva. Tað markleysa vatnið er ein friðsæl pallmynd, men har hómast ein vandamikil undirstreymur. Kenna teir seg tryggar, taka teir sær av løttum og njóta vælveruna? Ella er talan um hjálparloysi, ótta og stríð fyri at yvirliva?

Verkini eru tvítýdd bæði so og so. Trupult er at gera av, hvørt figurarnir grína hánisliga ella skríggja í pínu og vreiði, og júst tað er við til at rúnabinda tann undrandi áskoðaran. Fang Lijun finst at Kina, ið rúmar ókendar møguleikar, men er samstundis merkt av skerdum talu- og trúarfrælsi. Tað krevst dirvi at standa andlit til andlits við lagnuna og veruleikan hjá fjøldini gjøgnum listina. Fang Lijun hevur hetta dirvið. Tí kom tað ikki óvart á, at ein av krúnrakaðu monnum hansara prýddi forsíðuna hjá New York Times Magazine í 1993, tá ið amerikanska tíðarritið varpaði ljós á kinesiska nútíðarlist. Í dag fara verkini fyri hálva aðru millión krónur á uppboðssølum. Amerikanskir listasavnarar eru serliga áhugaðir í verkunum. Fang Lijun er umboðaður á fleiri enn 25 listasøvnum í Kina umframt fleiri enn 40 listasøvnum kring allan heimin.


Myndir / Images:

Fang Lijun Fang Lijun
Fang Lijun Fang Lijun
Fang Lijun  

Fang Lijun - Gigantic woodcuts in colours

Fang Lijun is among the leading contemporary artists from China. His art works are highly sought-after, and he has had exhibitions in many museums in the Far East, Europe and USA.

Fang Lijun is born in 1963 and grew up during the Cultural Revolution. His first artistic experience was the special aestethics that characterizes Chinese propaganda art. The world was a more open place in the 1980’s as he entered the Art Academy’s graphical line in Beijing. He used this opportunity to go on study tours in the Netherlands, Norway and USA. In addition to the graphic arts he also does paintings, sculptures, drawings and installations. Since the middle of the 1990’s he has been working on gigantic woodcuts which will be on focus for this exhibition. His special technique makes it possible to create gigantic woodcuts printed according to asian traditions on gigantic rolls and hanged on the wall. This is a complex and time consuming process. In short, you carve out a picture from a piece of wood on a board, then you put a layer of ink on the surface and print the picture on paper. Every colour and every nuance require their own board and must be printed separately. His biggest art works are 20 to 40 square metres and in such cases there is need for many rolls to hang side by side.

While many of his Chinese contemporaries are influenced by Western art and art history, Fang Lijun stays true to the tradition despite having great insight into Western art and art history. He depicts the Chinese people, not with inspiration from the previously dominating and heroic ideology, but from a socio-critical point of view. Violent clashes evolved between labor activists, students and intellectuals on one side with the government and the army on the other side in the Tiananmen Square in Beijing in 1989, the same year as Fang Lijun completed his apprenticeship. The demonstrators were generally against the corruption in the Chinese Communist Party and voiced calls for democratic reform within the structure of the government. Instead, several thousand demonstrators were killed and many others left injured. Artists responded with a new artistic direction, cynical realism, which apparently was an insensitive depiction of humans.

Fang Lijun’s style is to a high degree simplified and realistic with Chinese figures standing alone or being part of a mass. They are anonymous but their tonsured heads make them resemble Chinese munks or prisoners closely. Fang Lijun himself expressed the strategic significance of choosing the tonsured heads motif as a sign of rebellion. The differences between individualists are concealed by the tonsured heads in order to strenghten the collective. Cynical realism is an extension of the Cultural Revolution’s only accepted art form depicting proud and indefatigable laborers glancing at hope and glory and in the same time making a fool out of the very same art.

Another of his best motifs is swimming – a highly regarded hobby for many Chinese, and the motif also refers to Mao’s famous swim across the river of Yangtze. As with the tonsured heads, the anonymous swimmers are a symbol of the collective. The endless water is like an idyllic stage but you sense a dangerous undercurrent. Do they feel safe, are they enjoying themselves and having fun? Or are we speaking of helplessness, fear and a battle for survival?

The art works are in many ways ambiguous. It’s hard to define whether the figures are laughing scornfully or screaming in pain and agony and this is exactly what puts a spell on the wondering viewer. Fang Lijun criticizes China, the land of unknown opportunities but also the land of limited freedom of speech and conscience. Confronting the fate and reality of the mass through art requires courage. Fang Lijun has this courage. Therefore it didn’t come as a surprise when one of his tonsured figures appeared on the cover of New York Times Magazine in 1993 in connection with the american magazine focusing on contemporary Chinese art. His art works are now sold for over a million by auctions. American collectors are especially interested in his art works. Fang Lijun is represented in over 25 museums in China and over 40 museums all around the world.


LISTASAVN FØROYA
THE FAROE ISLANDS ART MUSEUM


Back to previous / referring pageBack to top

 
Copyright © 1998-2012 · Listasavn Føroya & Raffar Sp.f · All Rights Reserved
Listasavn Føroya · Gundadalsvegur 9 · P.O. Box 1141 · FO 110 Tórshavn · Faroe Islands T. +298 313579 F. +298 316679 E.