| |
Framsýning við Pierre Alechinsky úr "The CoBrA Art Movement"
Exhibition with Pierre Alechinsky from "The CoBrA Art Movement"
Tíðarskeið: 24. august - 7. oktobur 2007
Duration:; August 24 - October 7, 2007
Pierre Alechinsky, ið er føddur í Belgia í 1927, varð
partur av víðagitna listabólkinum, ið kallaðist CoBrA,
tá ið hann var 21 ára gamal. Við árunum hevur hann
sýnt fram verk síni nógvastaðni í Evropa og USA
og er sera væl kendur. Serliga er hann kendur fyri grafisku verkini, og
út við 100 av teimum verða at síggja á hesi komandi
framsýningini. Talan er serliga um steinprent og træskurðir,
ið eru gjørd í tíðarskeiðinum 1963-2002.
The Belgian Pierre Alechinsky, born in 1927, became part of the famous art
group CoBrA at the age of 21. He has had many exhibitions all around Europe
and USA and is very well known. He is especially known for his graphical works,
around 100 of them will feature in this forthcoming exhibition. Most of them
are lithographs and woodcuts made between 1963-2002.
Myndir / Images:
Faroese newsletter - Tíðindaskriv frá Listasavni Føroya
Pierre Alechinsky
24. august kl. 16.00 verður ein nýggj framsýning í Listaskálanum í Havn. Framsýnarin er heimskendi belgiski listamaðurin Pierre Alechinsky, sum er føddur í 1927. Á framsýningini verða eini 100 grafisk listaverk at síggja, øll teirra eru gjørd í eitt 40-ára tíðarskeið frá 1963 til 2002. Framsýningin er fingin í lag við víðagitna grafiska verkstaðin Editions Atelier Clot, Bramsen & Georges í París, haðani øll verkini eru prentað, og har danski steinprentarin Peter Bramsen hevur staðið á odda síðan 1960-árini.
Pierre Alechinsky hevur í mong ár verið ein av stóru listamonnunum á altjóða listapallinum. Hann var yngsti limur í CoBrA-rørsluni, har m.a. eisini danin Asger Jorn og hollendingurin Karel Appel vóru limir. Seinnevndi hevði fyri nøkrum árum síðani framsýning í Listaskálanum.
Peter Bramsen var í læru hjá I. Christian Sørensen
í Keypmannahavn. Í 1959 byrjaði hann av álvara sum
steinprentari í París, og hann tók í 1963 við
leiðsluni av víðagitna Atelier Clot, Bramsen & Georges, ið
var grundlagt í 1896. Saman við dr. Guy Georges førdi hann
fram á leið siðvenjuna hjá Auguste Clot, ið hevði
arbeitt fyri bæði Whistler, Rodin og fleiri onnur av størstu
listafólkunum tá á døgum. Undir navninum Atelier
Clot, Bramsen & Georges gjørdist verkstaðurin ein miðdepil
fyri eitt heilt ættarlið av listafólkum. Aftur at Alechinsky
komu Asger Jorn, Saura, Wifredo Lam, Bram van Velde, Walasse Ting og fleiri
onnur. Ymsu fatanir teirra av steinprentinum høvdu við sær
eitt hav av royndum, og arbeitt var við alskyns hugskotum á einum
tøkniligum støði. Bert hugflogið setti markið.
Samstarvið millum Pierre Alechinsky og Peter Bramsen byrjaði í
París í 1963, og tá hevði Alechinsky longu í
nøkur ár arbeitt við grafiskum tøknum, meðan Peter
Bramsen var nýliga byrjaður sum steinprentari. Samstarvið teirra
millum er ógvuliga tætt og merkt av eldhuga og djúpari virðing
fyri fakinum. Í 40 ár hava teir í felag roynt nýggjar
leiðir við steinprentinum.
Ein bók um Pierre Alechinsky verður at fáa til keyps. Hon
er um 112 síður við eini 100 myndum.
Verkstaðurin er í dag rikin av soni Peter Bramsen, Christan Bramsen,
og konu hansara, Laurence. Tey eru hjástødd, tá ið
framsýningin letur upp.
Mentanarleiðarin í Klaksvík, Dávur Winther, letur upp
framsýningina.
Framsýningin er opin frá 24. august til og við 7. oktobur
2007.
LISTASAVN FØROYA
THE FAROE ISLANDS ART MUSEUM
 
|